##med2##
Reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig vitjaði eisini Frelsunarherin, ið hevði útimøti niðri á Vaglinum. Har fekk Petur Asbjørn orðið á havnarmannin, Njál Djurhuus sum leggur stóran dent á at ferðast úr Noregi heim til Føroya fyri at vera í Havn á ólavsøku. Njál hevur búð í Noregi í 60 ár, og hann hevur verið til 58 av 60 ólavsøkum. Tað var korona, ið forðaði honum í 2020, og á einum øðrum sinni var tað sjúka sum gjørdi, at hann ikki var á ólavsøku ta ferðina.
Petur Asbjørn fekk eisini orðið á løgtingsmannin, Helga Abrahamsen sum ikki hevur nakrar fastar ólavsøkumannagongdir, men tekur meira tingini sum tey koma á ólavsøku. Løgtingsmaðurin hevur vónir um eina góða komandi tingsetu.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar Petur Asbjørn gjørdi við Njál Djurhuus og Helga Abrahamsen.