FM1: NSÍ fekk hevnd á Svangaskarði fyri tapið við Løkin

(FM1) Hoyr samanumtøku hjá viðmerkjaranum, Svenn Ó. Olsen og samrøðu við liðskiparan hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen

##med2##

 

Tað sveið hjá runavíkingum at tapa 0-2 fyri B68 við Løkin 19. mars. Í dag fekk NSÍ hevnt tað tapið við 1-0 sigri á B68 á Svangaskarði. 

 

NSÍ hevur reist seg rættiliga væl seinastu tíðina, og við 15 stigum kunnu runavíkingar veruliga hyggja eftir tí hugaligari endanum av stigatalvuni. B68 er framvegis aftast við fimm stigum. 

 

B68-NSÍ 0-1 (0-0)

 

0-1 Pætur Hentze (61.) 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr frásøgumannin, Petur Asbjørn Lervig og viðmerkjaran, Svenn Ó. Olsen siga frá sigursmálinum hjá Pæturi Hentze.

 

2) Hoyr Svenn Ó. Olsen taka samanum dystin. Svenn heldur, at B68 hevur betri skil á verjupartinum nú, men teir skapa ov lítið frameftir á vøllinum. Svenn heldur, at NSÍ hevur ment seg seinastu tíðina, men enn eru teir langt frá at vera har teir plagdu at vera. 

 

3) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við ein fegnan liðskipara hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen sum nú gleðir seg til fýra spennandi altjóða uppgávur við landsliðnum. 

 

B68-NSÍ 0-1 (0-0) - Hoyr sigursmálið, samanumtøku hjá Svenn Ó. Olsen og samrøðu við Klæmint A. Olsen

B68-NSÍ 0-1 (0-0) - Hoyr sigursmálið, samanumtøku hjá Svenn Ó. Olsen og samrøðu við Klæmint A. Olsen