FM1: Ovurfegin liðskipari hjá ÍF - vónbrotin liðskipari hjá AB

(FM1) Hoyr Karl Løkin, liðskipara hjá ÍF og Jákup Paula Breckmann, liðskipara hjá AB seta orð á dystin ÍF-AB 2-0 (1-0)

##med2##

 

ÍF hevur fingið sín fyrsta sigur til høldar í Betrideildini. Tað gjørdu fuglfirðingar við einum 2-0 sigri og góðum avriki móti AB á heimavølli í Fløtugerði. 

 

ÍF-AB 2-0 (1-0)

 

1-0 Hans Jákup Lervig (11.)

 

2-0 Hans Jákup Lervig (55.)

 

- So tíðliga á árinum hevur tað so sera nógv at siga at vinna trý stig. Tað hevði stóran týdning, at vit løgdu okkum á odda beinanvegin, og tá ið vit 10 minuttir eftir steðgin øktu til 2-0, kendu vit okkum hava tak á tí. Hans Jákup vísti seg at vera vandamikil í álopinum, og í dag skoraði hann bæði málini og vann dystin fyri okkum. So hetta er hugaligt, segði ÍF-liðformaðurin, Karl A. Løkin í samrøðu við Petur Jákup Heinesen á FM1.

 

- Í fyrra hálvleiki høvdu vit tveir risamøguleikar, sum vit tíverri einki fingu burturúr. Eftir steðgin vóru vit ikki nóg neyvir, tá ið vit løgdu innfyri. Longu eftir 20 sekund var Ragnar Skála hjá okkum leysur við málverjanum, men hann datt. Okkara spælarar eru sannførdir um, at talan var um brotsspark, men tað helt dómarin ikki. Nú hava vit tapt tvær ferðir á útivølli – ímóti EB/Streymi og ÍF – men tað er einki annað at gera at bjóða av aftur, og vit iðra okkum um, at teir skoraðu upp á tveir møguleikar, sum vit áttu at vart fyri. Tað fyrra var innlegg úr vinstru, og tað seinna var eftir innkast, sum vit eiga at byrgja fyri, segði AB-liðformaðurin, Jákup Pauli Breckmann í samrøðu við Petur Jákup Heinesen á FM1. 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar við Karl A. Løkin og Jákup Paula Breckmann. 

 

 

 

Samrøður: Karl A. Løkin og Jákup Pauli Breckmann

Samrøður: Karl A. Løkin og Jákup Pauli Breckmann