FM1: Pætur bløddi nasablóð undan dystinum

(FM1) Pætur Petersen misti 90 prosent av upphitingini undan 3-1 sigrinum á Ísrael tí hann bløddi nasablóð. Hoyr Bjarna greiða frá

##med2##

Tað stóð á gomlum nøglum hjá Pæturi Petersen undan U21 EM-undankappingardystinum, ið Føroyar vunnu 3-1 á Ísrael á Svangaskarði á Toftum.

Pætur Petersen fór at bløða nasablóð, og hann greiðir frá, at hann misti 90 prosent av upphitingini orsaka av hesum. Tá liðini stóðu klár at syngja tjóðsangirnar hevði Bjarni koyrt pappír í nasagluggarnar fyri at steðga bløðingini. 

Men tíbetur fyri Føroyar var Pætur við, og fekk gjørt stóran mun við sínum skjótleika.

- Beint áðrenn 3-1 málið hugsaði eg: "Góði Petur skora!". Og lættur og glaður var Pætur tá Petur Knudsen skoraði til 3-1, og so kundi liðið binda fyri ta seinastu løtuna. 

Føroyar – Ísrael 3 – 1 (0 – 1)

0-1: Tomer Yosefi 35.

1-1: Mads Mikkelsen 52.

2-1: Stefan Radosavljevic 77.

3-1: Petur Knudsen 83.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Pætur Petersen aftaná 3-1 sigurin á Ísrael. 

HER  ber til at hoyra Trónd Arge siga frá málunum og dystarendanum. Teitur Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina, og hann tók samanum eitt framúr gott føroyskt avrik. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við U21-landsliðsvenjaran, Sámal Erik "Bagga" Hentze, ið vann í sínum fyrsta dysti sum U21-landsliðsvenjari. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan, Bjarna Petersen. 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við teir tríggjar málskjúttarnar, Mads Mikkelsen, Stefan Radosavljevic og Petur Knudsen. 

(Samrøða: Pætur Petersen um 3-1 sigurin á Ísrael)