FM1: Pætur J. Petersen, Gilli Samuelsen, og Virgar Hvidbro gestir í HM-radio

HM-radio verður beinleiðis á FM1 fríggjamorgunin frá klokkan 10

Tað verður ein longri HM-radio sending á FM1 fríggjamorgunin. Sent verður millum klokkan 10 og 11.55.

 

Í fyrra senditímanum ringja vertirnir Petur Jákup Heinesen og Rúni á Reynatrøð til aðalskrivaran í FSF, Virgar Hvidbro sum er staddur í Katar í hesum døgum.

 

Í seinna senditímanum vera Betrideildar-leikararnir, Pætur J. Petersen og Gilli Samuelsen gestir. Pætur og Gilli fylgja sera væl við HM-endaspælinum í Katar.

 

Lurtararnir kunnu senda spurningar og viðmerkingar inn til nummar 559999.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo