FM1: Samrøður við SMS-leikarar hjá Kyndli og VÍF

(FM1) Hoyr Báru Krossteig Hansen hjá Kyndli og Lisu Mariu Evensen hjá VÍF seta orð á 32-27 (15-14) sigurin hjá Kyndli á VÍF

##med2##

Fyrr í dag vunnu kyndilskvinnur 32-27 á VÍF í høllini á Hálsi í Havn. Í steðginum var Kyndil á odda 15-14. Sigurin merkir, at Kyndil er nú einsamalt oddalið í SMS-deildini við 20 stigum.

Súna Krossteig Hansen gjørdist toppskjútti hjá Kyndli við 10 málum. Karin Midjord og Bára Krossteig Hansen skutu seks mál hvør fyri Kyndil.

Durita C. Jojic og Lisa Maria Evensen vóru toppskjúttar hjá VÍF við átta málum hvør. Agnas Olsen skoraði seks mál fyri VÍF.

H71 vann 31-17 (10-7) á Stjørnuni í KÍ-høllini norðuri í Klaksvík. Inni á Skála vann VB 28-26 (13-12) á StÍF.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Báru Krossteig Hansen hjá Kyndli og Lisu Mariu Evensen hjá VÍF fyri FM1 fyrr í dag. 

##ms##

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL123322389420
 VÍF123322735918
 H71123342765816
 NEISTIN122992633614
 STJØRNAN12286334-488
 STÍF12266353-876
 VB12257369-112

2

(Samrøður: Bára Krossteig Hansen og Lisa Maria Evensen)