##med2##
Tað vóru málini hjá Mads Mikkelsen, Stefan Radosavljevic og Petur Knudsen, ið vunnu Føroyum ein góðan U21 EM-undankappingarsigur á Ísrael á Svangaskarði í dag.
Føroyar – Ísrael 3 – 1 (0 – 1)
0-1: Tomer Yosefi 35.
1-1: Mads Mikkelsen 52.
2-1: Stefan Radosavljevic 77.
3-1: Petur Knudsen 83.
Aftaná dystin fekk Tróndur Arge orðið á 1-1 málskjúttan, Mads Mikkelsen, 2-1 málskjúttan, Stefan Radosavljevic og 3-1 málskjúttan, Petur Knudsen.
Hjá øllum trimum er tað ein góð kensla at skora mál, og ikki minst fáa fyrsta sigurin í U21 EM-undankappingini til høldar. Stefan Radosavljevic var kanska hepnari enn hinir, tá ísraelski málverjin var ósketin í støðuni tá Stefan fýrdi skot av móti ísraelska málinum.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við teir tríggjar málskjúttarnar hjá Føroyum. Beint áðrenn hvørja samrøðu hoyrist Tróndur stutt siga frá málunum Mads Mikkelsen, Stefan Radosavljevic og Petur Knudsen skoraðu.
HER ber til at hoyra Trónd Arge siga frá málunum og dystarendanum. Teitur Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina, og hann tók samanum eitt framúr gott føroyskt avrik.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við U21-landsliðsvenjaran, Sámal Erik "Bagga" Hentze, ið vann í sínum fyrsta dysti sum U21-landsliðsvenjari.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan, Bjarna Petersen.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Pætur Petersen, ið bløddi nasablóð undan dystarbyrjan, og tí misti 90 prosent av upphitingini.
##med3##
##med4##