info
Ongi úrslit

FM1: Samuel Chukwudi er nú klárur

Manslandsliðið: Samuel Johansen Chukwudi hevur sett sær høg mál og eftir drúgvan skaðasteðg er hann til reiðar at taka av, um tað verða boð eftir honum

Tróndur Arge
16. november 2022 kl. 12:44

Myndin er ikki tøk

Samuel Johansen Chukwudi er ein av sjey spælarum, sum eru við á landsliðnum fyri fyrstu ferð. Her á in.fo fara vit at læra teir sjey betri at kenna. Tann fjórði í rekkjuni er 19 ára gamli Samuel Johansen Chukwudi, sum spælir í belgiska felagnum Royale Union Saint Gilloise.

Teir nýggju: Andrias Edmundsson vil verða betri enn Jóan Símun

Longu í barnagarðinum kom íblásturin til at spæla fótbólt. Tí har arbeiddi fyrrverandi landsliðsspælarin, Christian Høgni Jacobsen. Hann legði lag á. Samuel Chukwudi byrjaði eisini at spæla í HB, har hann sum bara 16 ára gamal fekk sínar fyrstu minuttir í einum toppdysti móti KÍ.

Teir nýggju: Hanus er ikki við fyri at ferðast

- Eg minnist, at eg ikki spældi so væl í fyrra hálvleiki, men kom sterkt aftur í seinna hálvleiki. Tað var eitt gott ár hjá mær. Eg slapp at spæla við besta liðnum hjá HB og kom á U21-landsliðið, sigur miðverjin um kappingarárið 2020.

Hann er høgur og skjótur spælari, sum hevur góðar eginleikar at lesa spælið. Samuel Johansen Chukwudi hevur verið skaddur í longri tíð, men nú er hann klárur aftur. Hann bæði venur og spælir fullar dystir fyri eykaliðið hjá Royale Union Saint Gilloise. Hartil sleppur hann eisini at venja við besta liðnum til tíðir.

Teir nýggju: Jann er uppvaksin við einum bólti

- Nú byrjar at ganga betri og síggi ljóst upp á framtíðina. Eg eri útleigaður fram til í juli og felagið hevur møguleika at keypa meg fram til tá, sigur Samuel Johansen Chukwudi.

Dreymurin er Premier League

Royale Union Saint Gilloise er eitt fyrrverandi stórfelag í Belgia, men seinnu árini hevur felagið ikki liva upp til søguna. Farna kappingarár blivu teir nummar tvey, eftir at hava vunnið sær uppflyting árið fyri. Ein stórur partur er, at teir hava fingið nýggjar eigarar. Tað eru somu eigarar, sum eiga Brighton í Premier League.

- Hetta er eitt felag, sum er á veg fram. Vit liggja nummar tvey í landskappingini og vunnu okkara bólk í Europa League. Næsta málið hjá mær er at fáa minuttir og bíta meg fastan á liðnum. Stóra málið er Premier League, sigur miðverjin.

Fyri Samuel Chukwudi hevur tað eisini verið ein dreymur at koma á A-landsliðið. Fyrimyndin er Fróði Benjaminsen og tað kemur eisini av, at Samuel er fyrrverandi miðvallari. Hann nevnir eisini Jóan Símun Edmundsson, tí hann er komin so langt, og Odmar Færø, ið somuleiðis er miðverji.

- Eg eri klárur, um landsliðsvenjarin hevur brúk fyri mær, staðfestur hann at enda.

FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá landsdystinum, sum verður í morgin klokkan 17. FM1 byrjar at senda eftir tíðindini klokkan 16.

##ms##

Mest lisið hesa vikuna

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

23 tímar síðan

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

17 tímar síðan

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Bústaðar­felag til 44 leigu­íbúðir: Fýra at­kvøddu ímóti nevndar­vali

24 minuttir síðan
Tíðindi

Ungdómurin í Vest­manna ger gamla hand­il­in hjá John til ræðslu­hús

58 minuttir síðan
Tíðindi

14 grundstykki tøk í Skop­un – prís­ir frá 176.400 krónum

1 tími síðan
Tíðindi

Illgrunasom russ­isk skip fiska minni – men eru meir til staðar

1 tími síðan
Tíðindi

Fleiri enn 1.300 hand­tik­in und­ir mót­mæl­um í Frak­landi

2 tímar síðan
Tíðindi

Ísur krýnir hægstu tindarnar í Peru

3 tímar síðan
Tíðindi

Tveir mans endaðu í brummuni í nátt

4 tímar síðan
Tíðindi

Ein stormskaði fráboðaður

4 tímar síðan
Tíðindi

Myndir: Túsundtals mót­mæltu stjórn­ini í Albania

4 tímar síðan
Fótbóltur

NSÍ og KÍ hava favorittstøðurnar móti HB og B36

5 tímar síðan
Tíðindi

Trump vil lokka við russiskum gassi og ES-limaskapi

6 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Síggj Elias skjóta tvey flott mál móti Erlangen

7 tímar síðan