FM1 sendir "Bátaradio" frá Regatta fríggjadagin

Sent verður millum klokkan 14 og 18, tó avbrotið við tíðindasendingum klokkan 15, 16 og 17

Fríggjadagin seinnapartin verður seinasta Bátaradio-sendingin á FM1 í summar tá Regatta verður í Hósvík.

 

Bátaradio-reportarin hjá FM1, Vilmund D. Jacobsen fer at fylgja bátafylginum av Eiði klokkan 14 og til Hósvíkar. Vilmund fer eisini at gera samrøður á landi í Hósvík.

 

Millum samrøðurnar verður góður føroyskur tónleikur at hoyra. Tíðindasendingar vera tó stutt klokkan 15 og klokkan 16. Klokkan 17 verður ein sindur longri tíðindasending. 

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo