FM1 sendir "Bátaradio" úr Klaksvík leygardagin

Sendingin við Vilmundi Jacobsen, bátaradio-reportara byrjar klokkan 14 leygardagin

Nú fáa siglarar, sum partvís plaga at vera í Klaksvík, tá Summarfestivalurin er - og siglarar sum heild - høvi at hittast til bátahugna í Klaksvík hetta vikuskiftið. 

 

Norðoya Bátafelag skapar karmarnar við at útvega bátapláss, el, vatn og bingju til burturkast, og her verður eisini vaktarhald við brúgvar og bátar, so trygdin verður í hásæti.

 

- Borð og benkur koma at standa á langsíðuni við bátabrúgvarnar, og eftir er bara hjá siglarum at koma við tí góða lagnum, sum eyðkennir øll bátatiltøk, sigur felagið sum skapar karmarnar.

 

Jóhanna í Ytsthúsi, forkvinna í Norðoya Bátafelag, sigur seg vóna, at nógvir siglarar koma til Klaksvíkar um vikuskiftið. 

 

FM1 sendir sendingina "Bátaradio" beinleiðis úr Klaksvík frá klokkan 14 leygardagin. Vilmund Jacobsen verður reportari hjá FM1.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo