Seinnapartin byrjaði stóra tónleikatiltakið, Voxbotn.
FM1 fer at senda beinleiðis frá Voxbotn millum klokkan 18 og 21 í kvøld.
Tað verður Petur Asbjørn Lervig, ið verður reportari, og hann fer at gera samrøður við konsertgestir, fyrireikarar og tónleikarar.
Øll kunnu lurta eftir sendingini á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
Onkrar av samrøðunum koma út á in.fo seinni í kvøld.