FM1 sendir beinleiðis av Tvøroyri seinnapartin hósdagin

Sent verður millum klokkan 13 og 17

Seinnapartin í morgin fer FM1 aftur at hava eina drúgva seinnapartssending úr Suðuroy.

 

Hesaferð verður reportarin hjá FM1, Óli G. Samuelsen. Óli fer at senda beinleiðis av Tvøroyri millum klokkan 13 og 17.

 

Í sendingini verður prátað verður við ymisk vinnulívsfólk, og ymisk fólk hjá Tvøroyrar Kommunu.

 

Sent verður úr hølunum hjá Pizzaria á Tvøroyri. Í sendingini vera eisini góðir vinningar burturlutaðir í sendingini. 

 

FM1 hoyrist á FM 92,5MHz á Tvøroyri og sjálvandi eisini á www.fm1.fo