FM1 sendir beinleiðis frá "Uttanlands at lesa" í kvøld

Sendingin sum verður send frá Bank Nordik í Havn byrjar klokkan 18.45

Í kvøld klokkan 19 verður tiltakið "uttanlands at lesa" í bygninginum hjá Bank Nordik á Oknarvegi í Havn.

 

FM1 fer at senda beinleiðis frá tiltakinum har tað verða framløgur, sangur og DJ umframt, at reportarnir hjá FM1, Mona Dam Poulsen og Sharon Sivertsen fara at práta við fólk á staðnum.

 

Byrjað verður at senda kl. 18.45 og sjálvt tiltakið byrjar klokkan 19. 

 

Sendingin verður løgd út á heimasíðuna hjá FM1 í morgin.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo