##med2##
14 fyritøkur/arbeiðspláss kappast í øðrum umfari í Firmakappingini - spurnarkappingini - á FM1 í vetur.
Vinnandi fyritøkan og taparin í finaluni sum verður komandi vár vinna tveir flottar vinningar.
Høvuðsvinningurin er ein flogferð við Atlantic Airways til Keypmannahavnar og aftur, og gisting á Hotel Absalon fyri 12 fólk.
Annar vinningur er Hestur "Kittywakes and Caves" túrur við RIB62 fyri 12 fólk.
Í dag kappaðust BETRI í Klaksvík og MAGN á Viðarnesi í Havn. Talan gjørdist um eina stigaríka og sera spennandi kapping millum tvey dugnalig lið.