FM1 sigur frá ÍF-HB klokkan 15 og EB/Streymur-NSÍ klokkan 17

Frásøgumenn vera Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal

Seinnapartin vera fýra dystir spældir í Betrideildini.

Klokkan 15 spæla ÍF og HB í Fløtugerði í Fuglafirði. Víkingur og Skála spæla í Sarpugerði í Norðragøtu og B36 og AB møtast á ovara vølli í Gundadali. 

Sendingin Fótbóltspanelið verður endursend millum klokkan 14 og klokkan 14.50. 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum ÍF og HB á FM1. Heimildarmenn hjá FM1 í Sarpugerði og í Gundadali vera Árni Gregersen og Bogi Simonsen.

Klokkan 17 sigur Sjúrður H. Hoydal frá dystinum millum EB/Streym og NSÍ við Margáir í Streymnesi. Teitur Joensen verður viðmerkjari.

Øll kunnu lurta eftir sendingini á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.