Klokkan 15.15 í dag fer Sjúrður H. Hoydal aftur í leiklutin sum frásøgumaður í kurvabólti á FM1.
Sjúrður sigur beinleiðis frá dystinum millum Føroyar og Oynna Wight, har Føroyar saman við Oynna Wight og Áland stríðast um at sleppa undan at enda á aftasta plássið. Málið hjá føroyska liðnum er at vinna sín fyrsta dyst á oyggjaleikunum, og tað fara teir at stríðast fyri í dag.
Øll kunnu lurta eftir dystarfrásøgnini á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
Samrøður o.a. kemur út á in.fo aftaná dystin.
##med2##