Sunnudagin siga frásøgumennirnir hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal og Tróndur Arge frá trimum dystum í Faxe Kondi kappingini.
Klokkan 14 verður sagt beinleiðis frá dystinum í bólki 2 í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum millum Neistan og VB í høllini á Hálsi í Havn. H71 hevur trý stig, Neistin hevur tvey stig, Stjørnan hevur eitt stig og VB hevur einki stig undan dystinum í morgin. Fyrr í kvøld leiktur Stjørnan og H71 javnleik 24-24 (10-13) í KÍ-høllini í Klaksvík.
Sunnudagur 24.01.21 kl. 14.00 Neistin – VB (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
Sunnudagur 31.01.21 kl. 14.30 H71 – Neistin
Sunnudagur 31.01.21 kl. 14.30 VB – Stjørnan
Klokkan 16 verður sagt frá tveimum dystum í bólki 2 í Faxe Kondi kappingini hjá monnum.
Sagt verður frá dystinum millum VÍF og StÍF í høllini í Vestmanna. Bæði liðini taptu í fyrsta umfari, og er tvingandi neyðugt hjá báðum at vinna. Sagt verður eisini frá grannauppgerðini millum Neistan og Kyndil í høllini á Hálsi í Havn. Bæði liðini hava tvey stig, og tað liðið sum vinnur her liggur væl fyri at vinna seg í hálvfinalurnar.
Sunnudagur 24.01.21 kl. 16.00 Neistin – Kyndil (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
Sunnudagur 24.01.21 kl. 16.00 VÍF – StÍF (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
Mikudagur 03.02.20 kl. 20.00 StÍF – Kyndil
Mikudagur 03.02.20 kl. 20.00 VÍF – Neistin
Samrøður við umboð fyri Neistan, VB, VÍF, StÍF og Kyndil koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.