FM1 sigur frá Víkingur-HJK Helsinki í kvøld

Dysturin millum Víking og HJK Helsinki byrjar klokkan 19. Sendingin byrjar klokkan 18.50

FM1 sigur frá øllum heimadystunum hjá teimum føroysku liðunum, ið spæla dystir í Europa League og Champions League undankappingini.

 

Í kvøld klokkan 19 spælir føroyska meistaraliðið, Víkingur ímóti finska meistaraliðnum, HJK Helsinki á Svangaskarði á Toftum. Talan er um ein dyst í fyrsta undanumfarinum í Champions League kappingini.

 

Sambært altjóða veddingarfyritøkum er HJK greiður favorittur, men Víkingur hevur mangan framt góð avrik í evropeiskum kappingum. 

 

Hilmar Jan Hansen sigur frá dystinum á FM1. Sendingin byrjar klokkan 18.50.

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

 

In.fo fer at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum. Samanumtøka og ljóðsamrøður koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.