Drúgv fótbóltssending verður á FM1 seinnapartin í dag.
Millum klokkan 13.40 og 14.55 verður størsti parturin av sendingini "Fótbóltspanelið" endursendur. Gestir vóru Helgi L. Petersen og Rasmus Nolsøe.
FM1 sigur frá tveimum dystum, og fylgir gongdini í tveimum dystum í Betrideildini hjá monnum seinnapartin.
Sunnudagin klokkan 15: Víkingur-KÍ (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
Sunnudagin klokkan 15: ÍF-TB
Sunnudagin klokkan 15: Skála-HB
Sunnudagin klokkan 17: AB-NSÍ (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
Frásøgumenn hjá FM1 vera Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal.
Prátað verður við umboð fyri øll átta liðini, ið eru í leiki í dag. Hæddarpunkt og ljóðsamrøður koma út á in.fo tíðliga í kvøld.
In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum fýra dystunum.
Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.