Leygardagin klokkan 15.45 verður fyrsti dysturin í Betrideildini hjá monnum hetta umfarið, tá B36 tekur móti B68 á ovara vølli í Gundadali.
B68 hevur vunnið fýra av teimum fýra seinastu dystunum. B36 hevur vunnið tveir, leikt ein javnan og hevur tapt ein dyst síðani ólavsøku.
Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Ljóðsamrøður og hæddarpunkt koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.
Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo
In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.