FM1 sigur frá KÍ-NSÍ frá klokkan 18.30 í kvøld

Heimildarmaður verður til dystin Skála-AB, ið byrjar klokkan 19

Tveir dystir vera leiktir í Betrideildini hjá monnum í kvøld.

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum millum oddaliðið, KÍ og NSÍ, ið byrjar við Djúpumýru í Klaksvík í kvøld klokkan 18.30. Petur Asbjørn Lervig verður frásøgumaður, og Regin Sivertsen verður viðmerkjari.

 

Klokkan 19 byrjar dysturin undir Mýruhjalla á Skála millum Skála og AB. Knút Johannesen verður heimildarmaður hjá FM1.

 

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá báðum dystunum.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo