FM1 sigur frá NSÍ-B68 í kvøld

Grannauppgerðin við Løkin í Runavík byrjar klokkan 19 í kvøld

Annar dysturin í 14. umfari í Betrideildini hjá monnum verður leiktur við Løkin í Runavík í kvøld klokkan 19. 

 

Tá verður grannauppgerð millum NSÍ og B68.

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum millum NSÍ og B68. NSÍ er á fjórða plássi við 21 stigum. B68 er á næstaftasta plássi við seks stigum. 

 

Hæddarpunkt og samrøður koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.

 

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum. 

 

Øll kunnu hoyra FM1 á  www.midlar.fo