FM1 sigur frá øllum fimm Betri-dystunum hetta vikuskiftið

Lagt verður fyri í kvøld við AB-B68 og EB/Streymur-Skála

Frásøgumennirnir hjá FM1 siga frá øllum fimm dystunum, ið vera leiktir í Betrideildini hjá monnum hetta vikuskiftið.

 

Lagt verður fyri í kvøld við dystunum: AB-B68, ið byrjar klokkan 18, og EB/Streymur-Skála, ið byrjar klokkan 18.30.

 

Í morgin verður sagt frá dystunum HB-KÍ og NSÍ-Víkingur, ið báðir byrja klokkan 17.

 

Sunnudagin klokkan 15 verður sagt frá dystinum millum 07 Vestur og B36.

 

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum fimm dystunum. 

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo