FM1 sigur frá Team Klaksvík-Neistin klokkan 20 í kvøld

Stríðið um sera týðandi fjórða plássið í Burn mansdeildini er sera hart

Í kvøld klokkan 20 spæla Team Klaksvík og Neistin ein sera týðandi dyst í Burn Mansdeildini í Badmintonhøllini í Klaksvík.

 

Team Klaksvík við 13 stigum, StÍF við 11 stigum og Neistin við átta stigum og einum dysti færri enn Team Klaksvík og StÍF stríðast um at røkka fjórða plássinum, ið gevur atgongd til FM-endaspælið.

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo