FM1: Senda fótbólt frá klokkan 14

Tað verður upptakt frá klokkan 14. KÍ-HB og Víkingur-NSÍ klokkan 15 og AB-B68 klokkan 17 vera at hoyra beinleiðis á FM1 í dag

FM1 hevur eina stóra fótbóltssending seinnapartin í dag.  Byrjað verður við undansending tá klokkan er farin av 14, og klokkan 15 verður sagt beinleiðis frá dystinum millum KÍ og HB við Djúpumýru í Klaksvík, og dystinum millum Víking og NSÍ í Sarpugerði í Norðragøtu. Klokkan 17 verður sagt beinleiðis frá dystinum inni í Vika á Argjum millum B68 og AB.

 

Frásøgumenn vera Tróndur Arge, Petur Asbjørn Lervig og Sjúrður H. Hoydal. 

 

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum fýra dystunum í Betrideildini. Fjórði dysturin er dysturin millum B36 og 07 Vestur, ið byrjar klokkan 15.15 á ovara vølli í Gundadali í Havn. 

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo