FM1 sigur frá trimum Betrideildardystum millum klokkan 15 og 19

B36-Víkingur og Skála-AB klokkan 15, og HB-B68 klokkan 17 eru dystirnir, FM1 sigur beinleiðis frá seinnapartin og tíðliga í kvøld

Seinnapartin er fult umfar í Betrideildini hjá monnum, og FM1 sigur sjálvandi frá.

 

Skráin á FM1 er hendan: 

 

Klokkan 14: Fótbóltspanelið (e) - gestir eru Jákup Mørk, Ian D. Jacobsen og Símun Samuelsen. 

 

Klokkan 15: Beinleiðis frásagnir: B36-Víkingur og AB-Skála. 

 

Klokkan 17: Beinleiðis frásøgn: HB-B68

 

Klokkan 17.45-18.00: Samrøður við umboð fyri ymisk Betrideildarlið.

 

Klokkan 18: Beinleiðis frásøgn HB-B68

 

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis teksfrásøgn frá øllum fimm dystunum. Hinir báðir dystirnir eru NSÍ-KÍ og EB/Streymur-07 Vestur. 

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo