Hetta vikuskiftið verða tríggjar fjórðingsfinalur leiktar í kappingini um løgmanssteypið.
Fríggjakvøldið klokkan 19: NSÍ-07 Vestur (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
Leygardagin klokkan 15: EB/Streymur-B36 (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
Sunnudagin klokkan 15: ÍF-Víkingur (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
Tróndur Arge verður frásøgumaður fríggjakvøldið og sunnudagin, og Petur Asbjørn Lervig verður frásøgumaður leygardagin.
Hæddarpunkt og samrøður koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.
In.fo fer í samstarvi við dystir.fo at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá dystunum.
Øll kunnu hoyra FM1 á www.midlar.fo