FM1 sigur HB-NSÍ og Víkingur-B36 klokkan 15

Fyrru hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið vera leiktar klokkan 15 seinnapartin

Steypafinalan í kappingini um løgmanssteypið verður aftur í adventini í ár, og seinnapartin klokkan 15 vera fyrru hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið leiktar.

 

Klokkan 15 tekur Víkingur móti B36 í Sarpugerði í Norðragøtu, og somu klokkutíð tekur HB móti NSÍ á heimavølli.

 

FM1 sigur beinleiðis frá báðum dystunum.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo 

 

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá báðum dystunum.