##med2##
KÍ-arnir eru nú einsamallir á øðrum plássi í Betrideildini. Fimm stig eru upp til oddaliðið, HB.
KÍ vann í dag stórsigur 6-0 á Skála á útivølli. Longu tá 17 minuttir vóru farnir var KÍ á odda 6-0.
Skála - KÍ 0-6 (0-3)
Jóannes Bjartalíð 0-1 (6.)
Jóannes Bjartalíð 0-2 (14.)
Jóannes K. Danielsen (17.)
Deni Pavlovic 0-4 (68.)
Páll Andrasson Klettskarð 0-5 (80.)
Jonn Johannessen 0-6 (90.)
Á ljóðfíluni ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr stutta samrøðu hjá FM1 við nýggja høvuðsvenjarin hjá Skála, Sorin Anghel sum staðfestir, at Skála hevur nógv at arbeiða við, men hann heldur, at Skála hevur nógvar spælarar sum hava tann rætta hugburðin, og tí er Sorin við gott mót.
2) Hoyr stutta samrøðu hjá FM1 við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen sum slær fast, at KÍ má vinna hvørja ferð fyri at kunna hanga í HB í oddinum í Betrideildini.