FM1: So brast aftur fyri nev hjá Ólavi og ÍF

(FM1) Hoyr høvuðsvenjararnar hjá ÍF, Ólavur Larsen og EB/Streymi, Jákup Martin Joensen umrøða 2-1 sigurin ÍF vann á EB/Streymi í Fløtugerði

##med2##

 

Aftaná sjey dystir sum bert hava givið eitt stig brast fyri nev hjá ÍF aftur við góðum 2-1 heimasigri á EB/Streymi í Fløtugerði í Fuglafirði fyrr í dag.

 

ÍF-EB/Streymur 2-1 (1-1)

 

Heðin Klakstein 0-1 (15.)

Elias Lervig 1-1 (45.)

Bogi R. Petersen 2-1 (86.)

 

- Vit hava havt trupulleikar í verjupartinum, og tá snýr tað seg ikki bara um teir í verjuni. Í dag riggaði tað væl. Allir ofraðu seg, skipanin hekk væl saman, og sigurin kennist ógvuliga søtur fyri okkum øll í Fuglafirði. Hetta var eitt mannfólkaavrik, segði høvuðsvenjarin hjá ÍF, Ólavur Larsen í samrøðu við FM1. Nú fer Ólavur at fyrireika seg væl til dystin móti TB á Trongisvági 2. hvítusunnudag, har ÍF aftur fer eftir sigrinum.  

 

- Vit eru vónbrotnir, tí tað gekk so ógvuliga javnt á, og tað kundi eins væl havt koppað okkum til fyrimunar, sigur EB/Streyma venjarin Jákup Martin Joensen í samrøðu við FM1.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar FM1 gjørdi við Ólav Larsen og Jákup Martin Joensen. 

 

(Samrøður: Ólavur Larsen og Jákup Martin Joensen)