##med2##
HB hevur fyrr í ár vunnið 5-0 og 11-0 á AB, men tá tey í HB fara at taka samanum kappingarárið vera tey uttan iva mest glað fyri sigurin tey vunnu á AB í dag. Ein tepran 3-2 sigur, men enn ein sigur yvir grannarnar, og hevur HB sostatt fingið 18 av 18 stigum móti hinum høvuðsstaðarliðunum í ár.
Øssur Dalbúð legði HB á odda beint undan hálvtímanum, og løtu seinni økti Hilmar Leon Jakobsen til 2-0. Tá hildu tey flestu, at HB fór at cruise seg til ein sigur, men so byrjaði mótgongdin. Besti málverjin í føroysku kappingini, Teitur Matras Gestsson mátti út við skaða, og avloysarin, Jákup Højgaard sá ikki gott út tá Bjarki Nielsen stutt inn í seinna hálvleik minkaði um munin til 1-2.
Tá 71 minuttir vóru leiktir fekk ungi verjuskletturin hjá HB, Samuel Chukwudi Johansen beinleiðis reytt fyri at fella Adeshina Lawal beint uttanfyri brotsteigin. Leivur Fossdal Guttesen kom inn á vøllin fyri AB. Fyrsta sparkið hjá Leivi var at taka frísparkið, og tað meddaði hann upp í málhornið til javnleik 2-2.
Men í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat skoraði Hilmar Leon Jakobsen sigursmálið fyri HB til 3-2, og HB heldur framvegis væl og virðiliga gullkósina.
- Tað eyðkennir ein meistara at skora slík mál seint í einum dysti, segði viðmerkjarin hjá FM1, Vagnur Mohr Mortensen.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal og viðmerkjarin, Vagnur Mohr Mortensen søgdu frá teimum fimm málunum.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við tvímálsskjúttan hjá HB, Hilmar Leon Jakobsen, ið fegnast um sigurin og um málini, men Hilmar Leon er ógvuliga misnøgdur við leikliga avrikið hjá HB í seinna hálvleiki.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við Leivur Fossdal Guttesen, ið skoraði eitt framúr gott frísparksmál fyri AB. Leivur harmast um, at tað ikki helt heim hjá AB at vinna stig í dag, men hann og liðfelagarnir kunnu staðfesta besta avrikið móti HB í hesum kappingarárinum.