FM1: Soleiðis flongdi KÍ 07 Vestur á Dungasandi

(FM1) Hoyr Trónd Arge siga frá øllum málunum hjá KÍ, og hoyr høvuðsvenjaran hjá 07 Vestur, Heðin Askham iðra seg, og Árna Frederiksberg hjá KÍ stórfegnast

KÍ hevur vunnið higartil størsta sigurin í Betrideildini hetta kappingarárið. Teir vístu ikki 07 Vestur grið, og vunnu ikki minni enn 9-0 á liðnum sum fyri fimm døgum síðani megnaði javnleik 1-1 móti NSÍ.

 

07 Vestur – KÍ 0-9 (0-5)

 

0-1: Páll A. Klettskarð (4.)

 

0-2: Dávid Langgaard (9.)

 

0-3: Dávid Langgaard (24.) 

 

0-4: Claes Philip Kronberg (27.)

 

0-5: Páll A. Klettskarð (45. +)

 

0-6: Bob Sumareh (53.)

 

0-7: Bob Sumareh (59.)

 

0-8: Jóannes Bjartalíð (71.)

 

0-9: Odmar Færø (87.)

 

- Í 1-1 dystinum ímóti NSÍ vóru vit væl fyri, men tað vóru vit avgjørt ikki ídag. Vit vóru merkiliga illa upplagdir, og nú ræður um at savna liðið, so vit vera væl fyri, tá ið vit sunnudagin fara til Havnar at spæla ímóti B36. Vit byrjaðu við sama liði sum sunnudagin, og tað merktist ímóti KÍ, sum er óvanliga væl fyri, segði Heðin Askham venjari hjá 07 Vestur í samrøðu við reportarin hjá FM1, Tróndur Arge.

 

Tróndur Arge fekk eisini orðið á Árna Frederiksberg hjá KÍ sum fegnast um, at hann og liðfelagarnir hildu grýtuni kókandi allan dystin og ikki fóru niður í leikferð. 07 Vestur hevði við javnleikinum í Runavík í farna umfari givið tekin um hvat kann henda um ein ikki heldur dampin uppi móti teimum. 

 

Á hesari ljóðfíluni frá SoundCloud: https://soundcloud.com/heri-rnason-simonsen/fm1-130521-07-vestur-ki-0-9-0-5-mal-og-samrour-fra-fm1

 

Ber til at hoyra:

 

1) Hoyr Trónd Arge siga frá øllum níggju málunum hjá KÍ.

 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Heðin Askham.

 

3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Árna Frederiksberg.