FM1: Soleiðis økti KÍ frástøðuna til 12 stig

(FM1) Hoyr hvussu KÍ vann 2-0 á NSÍ, og hoyr fyrra málskjúttan hjá KÍ, Heina Vatnsdal og hjálparvenjaran hjá NSÍ, Jens Martin Knudsen seta orð á dystin

Heini Vatnsdal fegnast um málið hjá sær

Heini Vatnsdal fegnast um málið hjá sær

##med2##

 

KÍ hevur ein motorveg til FM-heitið nú. KÍ vann ikki uttan trupuleikar 2-0 á NSÍ, ið var betra liðið í fyrra hálvleiki við Djúpumýru í kvøld, men KÍ reisti seg í seinna hálvleiki. Í fyrra hálvleiki sendi Klæmint A. Olsen eitt brotsspark á tvørstongina hjá KÍ.

 

KÍ hevur nú 56 stig fyri 20 dystir. Nummar tvey, Víkingur hevur aftaná javnleik 1-1 móti EB/Streymi í Hólmanum á Eiði 44 stig fyri 20 dystir. 21 stig eru eftir at spæla um, og laga úrslitini seg kann KÍ vera staðfestur FM-vinnari um trý ella fýra umfør.

 

KÍ-NSÍ 2-0 (0-0)

 

1-0 Heini Vatnsdal (57.)

 

2-0 Páll A. Klettskarð (70.)

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Óla G. Samuelsen siga frá báðum málunum og brenda brotssparkinum hjá Klæminti A. Olsen.

 

2) Hoyr samrøðuna Óli gjørdi við fyrra málskjúttan hjá KÍ, Heina Vatnsdal sum viðgongur, at NSÍ var betra liðið í fyrra hálvleiki. Heini Vatnsdal heldur tó, at KÍ var væl betri í seinna hálvleiki og hevði sigurin uppibornan tá samanum kom. 

 

3) Hoyr samrøðuna Óli gjørdi við hjálparvenjaran hjá NSÍ, Jens Martin Knudsen sum iðrar seg um, at NSÍ ikki tók av gyltu møguleikunum teir høvdu í fyrra hálvleiki.

 

Heini Vatnsdal fegnast um málið hjá sær

Heini Vatnsdal fegnast um málið hjá sær