##med2##
HB hevði vunnið seks dystir á rað, tá teir fóru út á Argir til grannauppgerðina móti AB. Men í dag tapti HB fyri fyrstu ferð síðani 25. juni, tá teir taptu fyri KÍ.
Fyri AB var talan um ein sera týðandi sigur. Við 2-1 sigrinum á HB vann AB seg upp á 20 stig, og eru argjamenn nú trý stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.
AB-HB 2-1 (1-1)
1-0 Ramzi Touré (31.)
1-1 Stefan Radosavljevic (40.)
2-1 Sjálvmál (64.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr Trónd Arge, frásøgumann siga frá teimum trimum málunum.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við ein fegnan høvuðsvenjara hjá AB, Henrik Larsen, ið tó minnir á, at AB hevur nógv arbeiði eftir at gera fyri at yvirliva í deildini.
3) Hoyr samrøðuna gjørdi við ein vónbrotnan høvuðsvenjara hjá HB, Dalibor Savic sum ikki var nøgdur við dómaraavrikið úti í Vika í dag.