FM1: Soleiðis vann B68 stórsigur á 07 Vestur (FM1)

(FM1) Hoyr Hjalta Strømsten hjá B68 og Høgna Egilstoft Nielsen hjá 07 Vestur seta orð á stórsigurin hjá B68 á Dungasandi

##med2##

 

Tað peikar hvør sín veg hjá 07 Vestur og B68. B68 hevur skorað 13 mál seinastu tveir dystirnar, og 07 Vestur hevur latið inn 12 mál seinastu tveir dystirnar. Enn er 07 Vestur tó eitt stig frammanfyri B68, ið hevur 17 stig á sjeynda plássi í Betrideildini.

 

Í dag vann B68 ein knúsandi 6-2 stórsigur á 07 Vestur á Dungasandi í Sørvági, aftaná at hava verið aftanfyri 0-2. 

 

07 Vestur – B68 2-6 (2-1)

 

1-0: Mads Borschers (6.) 

 

2-0: Mads Borchers (33.)

 

2-1: Boubacar Sidik Dabo (39.) 

 

2-2: Boubacar Sidik Dabo (49.) 

 

2-3: Boubacar Sidik Dabo (65.) 

 

2-4: Mohamed Samba (68.) 

 

2-5: Steffan A. Løkin (84.) 

 

2-6: Mohamed Samba (90. +) 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Tróndur Arge siga frá seks av teimum átta málunum, ið vóru skotin á Dungasandi.

 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við ein fegnan Hjalta Strømsten hjá B68, ið tó staðfesti, at framúr avrikið hjá B68 kom aftaná eina tunga byrjan í dystinum.

 

3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við Høgna Egilstoft Nielsen hjá 07 Vestur, ið harmast, at teir góvu ov nógv løtt mál burtur í dag. Tað einasta jaliga Høgni fær eyga á er, at 07 Vestur kom til nógvar málmøguleikar, og tí skuldi munurin ikki verið tann hann bleiv á máltalvuni. 

 

Hoyr mál og samrøður frá 07 Vestur-B68 2-6 (2-1)

Hoyr mál og samrøður frá 07 Vestur-B68 2-6 (2-1)