FM1: Soleiðis vann HB 4-1 á EB/Streymi

(FM1) Hoyr Trónd Arge siga frá teimum fimm málunum, ið komu í dystinum á Tórsvølli

##med2##

 

HB vann seg upp á triðja plássi við góðari frástøðu til B36 á fjórða plássi við at vinna 4-1 á EB/Streymi á Tórsvølli í kvøld. HB hevur 43 stig, fýra stig meir enn B36 sum hevur leikt ein dyst meir enn HB.

 

HB hevði tó sítt hoyggj við EB/Streymi, og tað var ikki fyrrenn seinastu løtuna, at HB staðfesti sigurin. 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frásøgumannin hjá FM1, Trónd Arge og viðmerkjaran, Heðin Askham siga frá teimum fimm málunum sum komu í dystinum á Tórsvølli. 

 

HB-EB/Streymur 4-1 (1-1)

 

1-0 Pætur Petersen (44.) 

 

1-1 Gutti Dahl-Olsen (45. +)

 

2-1 Pætur Petersen (53.) 

 

3-1 Dan í Soylu (84.)

 

4-1 Stefan Radosavljevic (90. +)