Í dag er stóra Fótbóltspanelið á FM1. Betri deildin hjá monnum byrjar sunnudagin og tí verður stóra Fótbóltspanelið í dag frá klokkan 15 til 17. Tað merkir at Hondbóltspanelið verður flutt til klokkan 17.15.
http://www.midlar.foHoyr FM1 á netinum við at trýsta HER
Gestir í Fótbóltspanelinum eru Jákup Ósá, sum er ítróttarskrivari á Norðlýsinum og rekur bolt.fo, og Teitur Joensen, viðmerkjari hjá FM1. Teir fara at meta upp øll liðini í Betri deildini hjá monnum. Teir fara eitt at meta um hvussu teir vænta at stigatalvan fer at síggja út eftir 27 umfør, og hvussu tað fer at spæla av í 1. umfari.
Teir verða eisini spurdir um hvør teir væntað verður ársins spælari, hvør fær sítt gjøgnumbrot og hvør er besta keypið. Teir svara eisini spurningum á SMS-skipanini 559999.