FM1: Tapið móti Undrinum skalar ikki gleðina um uppflytingina

(FM1) Hoyr samrøðu við Jens Erik L. Bruhn hjá TB

Mynd: tb.fo

##med2##

 

Fyri sættu ferð á rað eydnaðist tað ikki TB at vinna í 1. deild. Í dag var TB fyri 2-3 tapi móti Undrinum uppi í Hoyvík, men takkað verið einum góðum málmuni er TB frammanfyri B71 á stigatalvuni.

 

B71 vann 2-1 á ÍF í Fuglafirði, og vann áttanda dystin á rað. Men TB hevur pluss 30 mál, meðan B71 hevur pluss 24 mál. Bæði liðini enda á 52 stigum.

 

ÍF gerst nummar eitt við 56 stigum, og eykaliðið hjá Víkingi fær eitt flott annað pláss við 55 stigum.

 

Hjá Jens Erik L. Bruhn hjá TB og hansara liðfeløgum skalar tað ikki gleðina um uppflytingina, at liðið ikki hevur vunnið í seks teimum seinastu dystunum. Høvuðssetningurin hjá TB er greiddur.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Jens Erik L. Bruhn, tá hann og liðfelagarnir vóru komnir umborð á Smyril. 

 

Mynd: tb.fo

Samrøða: Jens L. Bruhn, TB

Samrøða: Jens L. Bruhn, TB