##med2##
NSÍ mátti sum øll onnur lið sum vitja við Stórá í Trongisvági í arbeiðshandskarnar fyri at knógva TB. Og tað eydnaðist fyrr í dag við einum 1-0 sigri. Jann Benjaminsen skoraði sigursmálið tá fimm minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki.
Høvuðsvenjarin hjá TB, Michael L. Winther er glaður fyri hvussu væl hansara spælarar stríddust og vardu, men viðgongur, at NSÍ hevði bestu málmøguleikarnar. Michael L. Winther er vónríkur um, at sami hugburður aftur verður at síggja móti Víkingi við Stóra sunnudagin, og tað tá fer at føra við sær betri úrtøku.
Høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Glenn Ståhl greiðir frá, at NSÍ lat einki til tilfeldigheitirnar. Hópurin hjá NSÍ fór suður ígjár, og Glenn er sera fegin um leikliga avrikið, har NSÍ fekk skapt teir flestu málmøguleikarnar, og megnaði eisini at taka trý stig við sær norður um Suðuroyarfjørð.