FM1: Teitur og Sølvi seta orð á greiða HB-sigurin

(FM1) Hoyr hvussu HB vann greitt 4-0 á Víkingi, og hoyr HB-málverjan, Teitur M. Gestsson og miðvallaran hjá Víkingi, Sølva Vatnhamar seta orð á greiða HB-sigurin

##med2##

HB hevur ein motorveg til 25. FM-heitið í søgu felagsins, og tað verður ikki gjøgnum landskappingina, at Víkingur vinnur seg í Europa League. 

Teir báðir lutirnir eru greiðir aftaná 4-0 stórsigurin hjá HB móti Víkingi á Tórsvølli. Longu aftaná 22 minuttir var støðan 3-0 til HB.

HB er átta stig frammanfyri NSÍ á øðrum plássi nú bert fýra umfør eru eftir at spæla. Víkingur hevur níggju stig upp til annað plássið, har NSÍ hevur 53 stig, men Víkingur hevur steypakappingina at dúva uppá seinni í ár.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Petur Asbjørn Lervig og viðmerkjarin, Oddbjørn Joensen settu orð á tey fýra málini HB skoraði móti Víkingi.

2) Hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við landsliðsmálverjan hjá HB, Teit Matras Gestsson sum fegnast um, at HB kom so væl frá byrjan. Hóast greiðu oddastøðuna slær Teitur fast, at hann og liðfelagarnir taka einki fyri givið, og teir vænta sær torføran dyst á Argjum komandi sunnudag.

3) Hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við landsliðsmiðvallaran hjá Víkingi, Sølvi Vatnhamar sum staðfestir, at fyrri hálvleikur var eitt slakari avrik hjá Víkingi. Víkingur er enn í steypakappingini, men annars snýr tað seg nú um at byggja uppá til komandi kappingarár hjá Víkingi. Undan HB-dystinum hevði Víkingur vunnið sjey dystir á rað, men Sølvi staðfestir, at tey 21 stigini munaðu ikki nóg nógv í kapprenningini við NSÍ, KÍ og B36. 

(HB-Víkingur 4-0. Hoyr málini og samrøður við Teit M. Gestsson og Sølva Vatnhamar)