FM1: Undrið vardi væl á Argjum

(FM1) Annar av venjarunum hjá AB, Símun Samuelsen ásannar, at tað var ikki bara lætt hjá stórfavorittunum, AB at knógva Undrið FF

##med2##

Á Argjum kunnu tey eins og á Skála fegnast um fyrsta sigurin í hesum árinum aftaná 4-1 sigurin hjá argjamonnum á tí minsta høvuðsstaðarfelagnum, Undrið FF sum spælir í triðbestu deildini.

Undrið FF vardi væl, og tað var ikki fyrrenn beint undan steðginum, at AB kom á odda. Fyrsta hálva tíman av seinna hálvleiki eydnaðist tað aftur hjá Undrið-spælarunum at verja fyri áðrenn tað skrædnaði nakað seinasta korterið.

AB - Undrið FF 4-1 (1-0)

Tóki á Lofti 1-0 (44.)
Bjarki Nielsen 2-0 (73.)
Gert Drangastein 3-0 (79.)
Tóki á Lofti 4-0 (87.)
Dávid Kruse Dam (90.)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við annan av venjarunum hjá AB, Símun Samuelsen. 

Símun Samuelsen ásannar, at Undrið FF gjørdi tað strævið hjá AB við góðum verjuspæli. 

Símun vónar at sleppa undan NSÍ ella HB í fjórðingsfinaluni, tí AB hevur fingið ein ordans sekk móti teimum báðum liðunum. 

(Samrøða: Símun Samuelsen)