FM1: Upptakt úr Klaksvík

FM1 hevur upptakt til stóra brakið millum KÍ og HB frá klokkan 15

Í dag verður helst árisns dystur í føroysku landskappingini, tá KÍ tekur ímóti HB. Talan er um oddadyst, har nummar tvey tekur móti nummar eitt. FM1 er á staðnum og hevur upptakt longu frá klokkan 15.

 

Hoyr FM1 á netinum við at trýsta HER

 

Tað er fríggjadagur og tí er Sportboxin á skránni hjá FM1. Í fyrra tímanum verða millum annað umboð fyri leiðslurnar í KÍ og HB gestir í KÍ-loftinum, meðan eitt HB-legendan, Gunnar Mohr, eisini kemur á gátt.

 

Í seinna tímanum av Sortboxini, sum er frá 16-17, verður Fótbóltspanelið. Gestir eru ítróttarjournalistarnir, Leivur Frederiksen (KVF) og Jákup Ósá (Norðlýsið og bolt.fo).

 

Eftir tíðindini klokkan 17 verður sent úr Djúpumýru, har klaksvíkingur og HB-legendan, Rógvi Jacobsen, er viðmerkjari. FM1 sigur eisini frá dystinum í Gundadali millum B36 og EB/Streym. Báðir dystirnir byrja klokkan 18.

 

18. umfar Betri deildin menn:

Fríggjadagin:

KÍ-HB (18.00) Beinleiðis á FM1

B36-EB/Streymur (18.00) Beinleiðis á FM1

 

Sunnudagin:

07 Vestur-AB (Klokkan 15.00) Beinleiðis á FM1

NSÍ-Suðringar (Klokkan 15.00) Beinleiðis á FM1

Skála-Víkingur (Klokkan 15.00)