FM1: Valsending hjá Sambandsflokkinum seinnapartin í dag

Sent verður beinleiðis millum klokkan 15 og 17

Sambandsflokkurin hevur valsending á FM1 seinnapartin í dag millum klokkan 15 og 17.

 

Millum klokkan 15 og 16 vera tað ymisk valevni hjá Sambandsflokkinum.

 

Milkum klokkan 16 og 17 verður tað Johan Dahl sum hevur sending.

 

Lurtararnir kunnu senda spurningar inn til nummar 559999.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo