Nógv var á skránni kring landið leygarkvøldið og tí vóru tey ivaleyst fleiri, sum ikki sóu Føroysku Tónlistavirðislønirnar verða handaðar í Norðurlandahúsinum.
Men tað fáa fólk høvi til í kvøld, tá ið Kringvarpið endursendir FMA 2017 klokkan 22.40 í kvøld.
10 framførslur vóru í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið, meðan 17 FMA virðislønir vóru handaðar. Eisini var ein virðisløn frá Loftbrúnni handaður til Konni Kass.
Sí FMA 2017 í kvøld í Kringvarpinum, og les meira í Sosialinum, sum kemur á gøtuna í dag.