FMA: Hanus G. Johansen fekk ársins tónleikaheiður 2024

Tað var hann sera rørdur Hanus, sum fyrst bar fram eina yrking, og síðani sjónliga rørdur takkaði fyri heiðurin.

Hanus G. Johansen fekk við FMA 2024 ársins tónleikaheiður.

 

Tað var hann sera rørdur Hanus, sum fyrst bar fram eina yrking, og síðani sjónliga rørdur takkaði fyri heiðurin og takaði teimum, ið hann hevði samstarvað við, og at enda takkaði Hanus fyri allan tann kærleika hann hevur fingið og merkt øll árini, hann hevur sungið.

 

Grundgeving:

 

ÁRSINS TÓNLEIKAHEIÐUR - HANUS G. JOHANSEN T

 

Tónleikaheiðurin er virðisløn, sum verður latin tónleikara ella bólki, sum hava gingið slóðir, sum ikki vórðu gingnar frammanundan og sum hava verði undangongufólk á ymsar hættir. Talan er fólk, sum í fleiri ár hava lagt løg og yrkingar afturat føroyska tónleikinum og bæði tónleikurin, yrkingarnar og ofta listafólkini sjálvi, eru blivin at kalla fólkaogn.

 

Tey eru partur av tí, vit kalla føroyski tónleikaarvurin ella tónleikamentanin og eru ikki bara í sær sjálvum listafólk, men eru eisini ein íblástur hjá teimum listafólkunum, sum eru komin eftir tey. Ein av yvirskriftunum fyri kvøldið í kvøld, hevur verið serstøk samstørv og tað riggar væl til tónleikaran, sum í ár fær

 

Tónleikaheiðurslønin, tí hann hevur í fleiri ár verði í einum serstøkum samstarvi við yrkjaranum úr Sumba – Pól F.

 

Tónleikaheiðurslønin í ár verður latin Hanus G. Johansen.

 

 

 

Mynd: Álvur Haraldsen