Nú nærkast til Føroysku Tónlistavirðislønirnar - FMA - sum verður í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið komandi. Í hesum sambandi eru fleiri tiltøk í døgunum áðrenn FMA. Eitt nú eru fleiri konsertir á skránni í Reinsarínum fríggjakvøldið, eins og tað eru konsertir í Læraraskúlanum hóskvøldið og í Blábar somuleiðis hóskvøldið.
FMA verður í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 10. mars. Tiltakið verður sent beinleiðis í sjónvarpinum klokkan 19.30. Tey, sum framføra á FMA eru: Mattias Kapnas, Eyðun Nolsøe, Lea Kampmann, Alda Magna, Son of Fortune, Tarira, Ólavur á Váli, Asyllex, FRUM og MOMO
Les meira um tilnevningar á FMA, við at trýst á her