FMA: Lena er ársins songkvinna

Lena Anderssen er ársins songkvinna. Tað hevur Eyðfinn Jensen, tónleikasamskipari í Kringvarpi Føroya, júst kunngjørt fyri einum fullsettum Norðurlandahúsi, har FMA 2017 er í gongd.

 

Lena Anderssen gav í fjør fløguna Eagle in the Sky út og fleiri av løgunum hava verið nógv at hoyrt og spælt, sum til dømis Eagle in the Sky, Oh Brother, with the Broken Wing og On the Bright Side.

 

Hetta er fjórða virðislønin, sum fellur útgávuni í lut í dag. Hon bleiv júst kosin ársins útgáva í popp/rokk bólkinum og fyrr í kvøld fekk hon virðisløn fyri ársins húsa, eins og at Niklas Johannessen fekk eina FMA-virðisløn sum ársins framleiðari fyri sítt arbeiðið við fløguni.

 

Hinar tilnevndu til ársins songkvinnu vóru:

Guðrið Hansdóttir

Jenny Augustudóttir Kragesteen

Jóhanna Norðberg Niclasen

Konni Kass

 

Hon er triðja kvinnan, sum verður kosin ársins songkvinna. Í 2014 og 2015 varð Greta Svabo Bech kosin til ársins songkvinnu, meðan heiðurin í fjør varð givin Eivør Pálsdóttir.