Bara Eivør hevur fingið fleiri føroyskar tónlistavirðislønir enn Lena Anderssen, men okkurt bendir á, at hon fer at minka um munin í kvøld.
Jonhard Hammer, stjóri á Miðlahúsinum hevur júst handað Lenu Anderssen FMA-virðislønina fyri ársins útgávu í popp/rokk-bólkinum. Hetta er triðja virðislønin, sum hendan útgávan fær í kvøld. Fyrst varð hon kosin at hava ársins húsa og harnæst fekk Niklas Johannessen FMA-virðislønina fyri ársins framleiðari fyri sítt arbeiði við hesari fløguni.
Og kanska kemur onkur heiðursløn afturat. Lena Anderssen er eisini tilnevnd til virðislønina ársins songkvinnu og ársins einstaklingur ella bólkur í popp/rokk-bólkinum.
Hetta er fyrsta FMA-virðislønin til Lenu Anderssen. Í fjør var hon tilnevnd til ársins sang fyri Eagle in the Sky og sum ársins songkvinna, meðan hon í 2014 var tilnevnd fyri ársins videolag fyri The Fighter.
Hon fekk tó fimm Planet Awards virðislønir í sínari tíð. Í 2011 fekk hon virðisløn fyri ársins einstaklingur, ársins songkvinna og ársins útgáva.
Hini tilnevndu til ársins útgávu í ár vóru:
Funeral hjá Heiðriki
Haphe hjá Konni Kass
Hint of Melancholy hjá Danny & The Veetos
Ultramarine hjá Fróða
Í 2014 fingu Týr og Byrta heiðurin fyri bestu rock og popp-fløgurnar. Í 2015 var tað Call For a Revolution hjá Høgna og í 2016 Slør hjá Eivør Pálsdóttir.