MAKRELUR
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur nú ásett nærri reglur um, hvussu uppboðssølan av makrelkvotum verður skipað. Hetta hevur hann gjørt í kunngerð, sum varð lýst í síðstu viku.
Í høvuðsheitum er skipanin hendan -
* Fiskamarknaður Føroya (FMF) virkar sum uppboðssøluhaldari, tá landið selur makrelkvotur í 2011.
* Tey 20.000 tonsini, ið ætlanin er skulu seljast á uppboði í 2011, verða ikki seld í einum. Í minsta lagi verða tríggjar sølur. Við hvørja sølu verður henda býtt upp í eitt tal av kvotum - ella sølulinjum – sum tað verður rópt á FMF.
* Áðrenn fyrsta sølan verður, verður fráboðað í góðari tíð og í minsta lagi sjey dagar frammanundan dagfesting fyri søluni, hvussu nógv verður selt, og hvussu tað verður býtt upp í kvotur (sølulinjur). Roknað verður við, at fyrsta sølan verður hin 12. juli 2011.
* Av tí, at hetta ikki er roynt áður, verður mett, at tað eftir hvørja sølu er neyðugt at gera eina eftirmeting, og út frá hesum verður so gjørt av, hvussu næsta sølan verður skipað.
* Fyri at mótvirka møguligari kappingaravlaging verður hildið loyniligt, hvør er tilmeldaður og hvør bjóðar, til sølan er liðug. Hinvegin er heimild til at kunngera hetta eftirfylgjandi.
Fiskimálaráðið sigur, at treytirnar fyri uppboðssøluni annars eru tær, ið vanliga eru galdandi fyri uppboðssølu.
- Hetta merkir kontant við hamarsslag, og ein kann bara bjóða, um ein frammanundan hevur reist trygd. Uppboðssølugjaldið er eisini tað, ið vanliga er galdandi fyri sølu av fiski, t.v.s. 1,5 %. Keyparin rindar tó einsamallur gjaldið, sigur Fiskimálaráðið á síni heimasíðu.