Fyri eini løtu síðani fekk alarmsentralurin boð um, at eldur var í á Signabø.
Løgreglan setti alt apparatið ígongd, men tá ið tey komu á staðið, vísti tað seg at vera ein følsk fráboðan.
Talan var um ein gamlan skúlaklassa, sum hittust aftur og í góðveðrinum í kvøld vóru tey farin út at brenna bál.
- Og tað fekk fólk, sum bara sóu eldin, at ringja á alarmsentralin og tað er sera óheppið, tí alt apparatið verður sett ígongd, sigur løgreglan.
Tað er ikki loyvt at brenna bál og løgreglan harmast um, at slíkt fer fram.
- Tann, sum brennur bál, skal biðja um loyvi til tað og falska fráboðanin í kvøld er eitt gott dømi um, hví tað er neyðugt.
- Bál verða góðtikin á nýggjárinum og á jóansøku, men tað krevur undir øllum umstøðum, at loyvi fæst til bálið, sigur løgreglan.